Vit veita heimabúgvandi fólkapensjónistum tænastur, ið kunnu stimbra likamliga, sálarliga og sosialt soleiðis, at borgarin kann búgva í egnum heimi sum longst.

Samskipað heildartænasta

Endamálið hjá Vesturvón er at veita borgarum við tørvi á hjálp eina samskipaða heildartænastu. Vesturvón heldur til á heiminum á Sýnini, og fevnir um heimahjálp, sjúkrarøkt, umlætting, rehabilitering, terapeutiskar venjingar, matartænastu og dagtilboð.

Vesturvón virkar fyri:

– at fyribyrgja sjúku,

– at stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivnað borgarans,

– at endurmenna mistan førleika,

– at stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan,

– at veita røkt og umsorgan.

Avgerðir um tænastur og tilboð skulu vera grundaðar á fakliga tørvsmeting.

Avgerðirnar skulu tryggja, at borgarin við størsta tørvi á persónligari hjálp, røkt ella stuðli fær í boði eitt samskipað heildartilboð.

Samstarv í oynni

Frá 1. januar 2015 yvirtóku kommunurnar við lóg ábyrgdina av heimatænastu og eldrarøkt v.m.

Fyri at tryggja borgarum í Vágum eina góða tænastu, hava Vága kommuna og Sørvágs kommuna gjørt eina samstarvsavtalu um skipan av økinum. Felags heitið fyri alt hetta samstarv er Vesturvón.

Stjórin hevur ábyrgdina yvirfyri stýrinum at tryggja, at tænasturnar til borgaran verða veittar samsvarandi lógini.

Kærur og eftirlit

Avgerðir um tænastur sambært lógini, kunnu kærast til:
Kærunevndina í Almanna- og heilsumálum
undir Hornabakka
Postsmoga 45
FO – 110 Tórshavn

Kærast skal innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið skrivliga fráboðan um avgerðina.

Hjálpin skal taka atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt borgarans, og skal í størst møguligan mun verða veitt í samráð og í samstarvi við hin einstaka, og í øðrum lagi við tey avvarðandi, við samtykki frá tí einstaka.